B36: Tað er tamarhald á støðuni

Fyrireikingarnar hjá B36 til Europa League halda fram eftir ætlan, hóast korona hevur gjørt um seg

B36 er fyribils sloppið við skrekkinum, eftir at ein persónur í leiðarahópinum fekk staðfest koronu. Tí bleiv allur hópurin kring Betri-liðnum hjá felagnum testaður aftur í gjár, og tað vóru ikki fleiri tilburðir staðfestir. Allur hópurin var í sjálvbodnum sóttarhaldi, til eitt svar uppá testina í gjár var greitt.

- Vit hava samskift við landslæknan aftur í kvøld, og niðurstøðan hjá landslæknanum var, at umstøðurnar kring tilburðin vóru av tílíkum slag, at hópurin ikki er settur í sóttarhald. Vit kunnu tí halda fram við fyrireikingunum til EL-dyst okkara, og felagið fer at testa allar spælararnar aftur fríggjadagin og mánadagin. Fyri at binda um heilan fingur, verður eingin venjing, fyrr enn vit hava fingið svar upp á testirnar, sum verða tiknir fríggjamorgunin, skrivar heimasíðan hjá B36.

Formaðurin hjá B36, Magni Mouritsen, sigur við Kringvarpið at St Joseph’s, sum er mótstøðuliðið í Europa League um eina viku, hevur roynt at fingið sær fyrimun av støðuni. Hann helt fyri, at St Joseph’s ætlaði sær at sleppa víðari uttan at spæla dystin. Tað verður tó av ongum, sum støðan er í løtuni.