B36-TB 3-1: Hoyr mál, samrøður og samanumtøku frá FM1

(FM1) Hoyr samrøður við Stefan Radosavljevic (B36), Ken Fagerberg (TB) og Oddbjørn Joensen, viðmerkjara

Her sæst Stefan Radosavljevic í dystinum móti EB/Streymi í undanfarna umfarinum

Her sæst Stefan Radosavljevic í dystinum móti EB/Streymi í undanfarna umfarinum

##med2##

B36 er fyribils oddalið í betrideildini hjá monnum aftaná ein uppibornan 3-1 sigur á TB á ovara vølli í Gundadali í dag. Í steðginum var B36 á odda 2-1. TB sum hevði skerda manning stríddist væl, og slapp væl frá dystinum í mun til umstøðurnar.

B36 hevur 41 stig. NSÍ hevur 39 stig, og KÍ hevur undan dystinum móti Skála í kvøld klokkan 19.45 38 stig. FM1 sigur beinleiðis frá dystinum millum KÍ og Skála í kvøld.

B36-TB 3-1 (2-1)

Stefan Radosaljevic 1-0 (2.)

Lukasz Cieslewicz 2-0 (33.)

Ragnar Tausen 2-1 (42.)

Alex Mellemgaard (Brotsspark) 3-1 (72.)

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1: 

1) Hoyr hvussu tað ljóðaði tá frásøgumaðurin, Sjúrður H. Hoydal segði frá teimum fýra málunum. Oddbjørn Joensen var viðmerkjari til dystarfrásøgnina.

2) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal hevði við fyrrverandi TB-áleyparan, og núverandi B36-áleyparan, Stefan Radosavljevic sum fegnast um trý stig í oddastríðnum.

3) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal hevði við Ken Fagerberg hjá TB, ið heldur, at avrikið hjá TB var á einari leið við tí skerdu manningini teir høvdu.

4) Hoyr Oddbjørn Joensen taka samanum dystin. Oddbjørn heldur, at talan var um ein uppibornan heimasigur. Oddbjørn fegnast um, at blaðungir spælarar á báðum liðum fingu møguleikan í dag. Jannik Dalfoss, Ári Thomassen og Jóhan Renéson Thomsen hjá TB, og Mattias Weihe Joensen hjá B36 eru allir 16-17 ára gamlir og fingu møguleikan í seinna hálvleiki. 

Her sæst Stefan Radosavljevic í dystinum móti EB/Streymi í undanfarna umfarinum

(B36-TB 3-1: Málini, samrøður og samanumtøka)