B36 tekur spælara við sær úr HB-húsinum

B36 hevur í kvøld ársveitslu í HB-húsinum - og B36 tekur ein spælara við sær

Mynd: (Álvur Haraldsen) Mattias Lamhauge hevur spælt níggju dystir fyri AB í ár, eftir at hann bleiv útleigaður.

Mynd: (Álvur Haraldsen) Mattias Lamhauge hevur spælt níggju dystir fyri AB í ár, eftir at hann bleiv útleigaður.

Í kvøld hevur B36 ársveitslu. Sum In.fo skrivaði fyrr í vikuni, er borðhaldið vegna plásstrot í HB-húsinum. In.fo hevur eisini fingið váttað, at B36 tekur eykamálverjan hjá HB, Mattias Lamhauge, við sær til B36.

Fyrr í vikuni gjørdi AB sáttmála við unga Bjarta V. Mørk, sum saman við Mattiasi Lamhauge hava verið eykamálverjar hjá HB. Nú fer Mattias Lamhauge eisini úr felagnum. Hann skiftir til grannarnar úr B36.

Sum Sosialurin skrivaði um vikuskiftið, so er óvist um Hans Jørgensen heldur fram í B36, og tí skal felagið hava nýggjan mann í málmanstoymið. Simun Rógvi Hansen er blivin tøkur aftur og verður væntandi fyrstaval komandi árið.

Tað hoyrist eisini, at HB er eftir Lukasz Cieslewicz, sum bleiv valdur frá til stóra FM-brakið móti KÍ. Sum skilst leitar hann eftir nýggjum avbjóðingum.

Mynd: (Álvur Haraldsen) Mattias Lamhauge hevur spælt níggju dystir fyri AB í ár, eftir at hann bleiv útleigaður.