B36 vann stig á Svangaskarði

1. DEILD: B68 svaraði aftur í seinna hálvleiki, men tað eydnaðist ikki toftamonnum at vinna fulla úrtøku

Í seinna hálvleiki var tað ferðmikið og intenst, tá ið B68 seinnapartin hevði vitjan av teimum næstbestu hjá B36.

Báðir partar løgdu síðstu løtuna nógv fyri í roynd at vinna fulla úrtøku, men tað eydnaðist ikki, og so varð úrslitið 1-1.

Heimaliðið hevði bóltin meiri í fyrra hálvleiki, og tað vóru góðir møguleikar í báðum endum. Fróði Rasmussen hjá B36 varð spældur leysur fram eftir miðásinum, men Nikola Stoisavljevic leyp úr B68 málinum og vann tvídystin. Í hinum endanum hevði toppskjúttin Andri Benjaminsen góðan møguleika, men tá bjargaði B36 verjan á málstrikuni.

Miðskeiðis í fyrra hálvleiki framlegging úr høgru og eftir eitt sindur av afatur og fram varð Rasmus Dan Sørensen leysur mitt fyri og skoraði úr stuttari fjarstøðu.

Fýra minuttir eftir steðgin varð Jákup Reinert Højgaard skiftur inn á B68 liðið, og ein minutt seinni javnaði hann til 1-1. Tað var eftir horna úr vinstru, at hann fekk bóltin eitt vet til vinstru og einar 40 metrar úr málinum. Hann legði bóltin fram í brotsteigin, fleiri royndu at fáa fatur á honum, og tað órógvaði málverjan, sum saman við øllum øðrum sá bóltin sigla í netið.

B68 er á fimta plássi við 18 stigum, og B36 er á sætta plássi við 17 stigum.

Í 13. umfari fær B68 vitjan av Víkingi, og B36 fær vitjan av NSÍ.