B36: Vit spæla klokkan 15

- Um tað so skal verða á Ovara vølli, sigur venjarin hjá B36, Jákup á Borg

Stríðið um dystarásetingina til dystirnar í dag er ikki liðugt. Fyrr í dag komu boð frá Fótbóltssambandinum, at dysturin í Betri deildini hjá kvinnum millum HB og EB/Streym/Skála verður sum ætlað klokkan 15.15 á Tórsvølli, meðan besta mansliðið hjá B36 spælir móti TB klokkan 18.30. Hetta vil B36 ikki finna seg í.

- Vit spæla klokkan 15, um tað so verður á Ovara vølli, sigur Jákup á Borg, sum heldur lítið um støðuna, sum er íkomin, har dystartíðspunktið er broytt so seint sum í morgun.

- Spælararnir hava fyrireikað seg til at spæla klokkan 15, og tí er tað út av lagi vánaligt at fáa boð klokkan 9.30 í morgun, at dysturin er fluttur, sigur Jákup á Borg.

Spælararnir hjá B36 møta klokkan 11.30 og ætla at spæla klokkan 15. Fyrr í dag vóru kvinnurnar hjá HB eisini møttar til ein morgunbita undan dystinum, sum tær hildu skuldi verða klokkan 12, men í boðunum frá Fótbóltssambandinum klokkan 9.30 stóð eisini, at dysturin hjá kvinnunum verður klokkan 15.15.

Dystarrok á Tórsvølli

Tað er satt dystarrok á Tórsvølli í dag, eftir at tveir dystir eru settir til somu tíð. B36-TB hjá monnum og HB- EB/Streymur/Skála hjá kvinnum blivu upprunaliga settir ávikavist klokkan 15 og 15.15.

Síðani bleiv dysturin hjá kvinnum hjá HB fluttur til klokkan 12, men tá hesi boðini komu til kvinnurnar hjá EB/Streymi/Skála um 22 tíðina í gjár, boðaðu tær frá, at fleiri spælarar skuldu arbeiða fyrr um dagin. Tað er ov seint at fáa boð um dystarbroyting klokkan 22 er niðurstøðan.

Talan er um 20. og seinasta umfar í Betri deildini hjá kvinnum. Kappingarnevndin hjá Fótbóltssambandinum hevur boðað frá, at dystirnir helst skulu spælast í senn, sum eisini er vanligt til avgerandi umførini. Eisini eru boðini, at dysturin undir ongum umstøðum skal verða spældur seinni enn klokkan 15.15.

Í morgun eru so boð komin frá Kappingarnavndini hjá Fótbóltssambandinum um, at dysturin millum HB og EB/Streym/Skála verður, sum upprunaliga ásett, klokkan 15.15, meðan bestu mansliðini hjá B36 og TB spæla klokkan 18.30. Tað vil B36 ikki finna seg og ætlar at spæla á Ovara vølli, sum annars ikki verður mettur sum brúkiligur í verandi støðu. Tí vildi millum annað HB ikki spæla kvinnudystin har.

Ovari vøllur kann ikki brúkast

Talan er av fyrstan tíð um eina yvirbóking á Tórsvølli, sum síðani er blivin til eitt rok millum tvey feløg, sum ikki einast so væl fyri tíðina. Hartil ber framvegis illa til at spæla á Ovara vølli í Gundadali, har undirlagið á vøllinum ikki er nøktandi.

- Kappingarnevndin hjá Fótbóltssambandinum ásetti, at allir dystirnir hjá kvinnunum skuldu spælast klokkan 15.15. So var trongligt, tí B36 vildi spæla tá og hevur ikki vilja flutt til eitt nú klokkan 18. HB heldur fast við, at dysturin ikki skal spælast á ovara vølli, tí hann er ikki brúkiligur. Onkrir dystir hava verið har, og har verður mett ikki spælandi, og ikki nakað vit kunnu bjóða mótstøðuliðunum, segði Tórmóður Stórá, formaður í HB í gjár og legði afturat:

- Kappingarnevndin valdi at broyta tíðásetingina, men um HB skuldi spæla upp á eitt annað tíðspunkt, so skuldi tað verða áðrenn hinar dystirnar. Tí kom tíðspunktið klokkan 12, segði formaðurin í HB.

Tað er kanska bara ein ímynd av fótbóltinum í 2020, at vit nú síggja dystartíðspunkt blíva flutt á degnum.