B36: Vónbrotið hevur lagt seg

Í B36 eru teir komnir yvir tapið í FM-finaluni í fjør, og eru til reiðar at bjóða av

Mynd: (Álvur Haraldsen) Páll Klettskarð hevur lagt KÍ á odda í FM-finaluni. Erling Dávidsson sæst í bakgrundini

Mynd: (Álvur Haraldsen) Páll Klettskarð hevur lagt KÍ á odda í FM-finaluni. Erling Dávidsson sæst í bakgrundini

B36 var partur av FM-stríðnum líka til seinasta umfar. Við einum sigri hevði B36 tryggjað sær meistaraheitið, men tað endaði við einum 3-0 tapi. KÍ skoraði tvær ferðir fyrstu tíggju minuttirnar, og so var uppgerðin so gott sum avgjørd. Í B36 eru tey komin yvir vónbrotið.

- Eg vænti at tað fór at vera verri at koma yvir, men vit kunnu ikki iðra okkum um landskappingina sum heild. Um tú bjóðaði mær 63 stig undan kappingini, so hevði eg tikið tað, sigur Erling Dávidsson.

Hjá B36 er ein profilur í Lukaszi Cieslewicz farin til Víking, meðan Jónas Tór Næs og Hans Jørgensen eru givnir. Hannes Agnarsson og Gilli Samuelsen verða ikki partur av hópinu í fyrru hálvu.

Tilgongd bleiv meir spennandi enn væntað

Leingi sá út til, at tilgongdin skuldi telja Sebastian Pingel, ið er komin aftur úr HB, eykamálverjan Mattias Lamhauge (HB) og Ragnar Samuelsen, sum hevur verið útleigaður til EB/Streym.

 ##med2##

Men stutt undan at flytingarvindeygað lat aftur kunngjørdi B36 tvey stór nøvn í føroyskum fótbólti. Sonna Ragnar Nattestad og Meinhard E. Olsen. Tveir spælarar, sum gera at B36 ikki kann roknast sum annað enn ein favorittur saman við KÍ.

- Sum fótbóltsspælari vilt tú altíð betra teg. Tað verður ringt at fáa eins nógv stig aftur komandi kappingarár, men eg vænti at kappingin verður meiri jøvn í ár. Vit fara sjálvandi at spæla fyri at vinna hvønn dyst, og fara at geva okkum alt tað vit eiga í øllum kappingunum, sigur Erling Dávidsson og vónar eitt steyp og víðari luttøku í Europa League.

 ##med3##

Í morgin skal B36 aftur spælt móti KÍ. Hesa ferð verður tað uttan áskoðarar og hvørt mistak kostar ikki FM. FM1 og In.fo hava beinleiðis frásøgn frá dystinum.

Betri deildin menn 1. umfar:

Leygardagin 9. mai:

NSÍ-TB (15.00)

HB-EB/Streymur (15.00) Beinleiðis á FM1

Skála-ÍF (16.00)

KÍ-B36 (17.00) Beinleiðis á FM1

AB-Víkingur (19.00) Beinleiðis á FM1

Mynd: (Álvur Haraldsen) Páll Klettskarð hevur lagt KÍ á odda í FM-finaluni. Erling Dávidsson sæst í bakgrundini

Mynd: (Álvur Haraldsen) Seinast B36 var í Klaksvík vann B36 2-0. Her hevur Árni Frederiksberg skoraði til 1-0