B68 misti á stokkinum

1. DEILD: 16 ára gamli Áki D. Samuelsen javnaði fyri HB í evstu løtu

HB liðformaðurin Tormóður P. Djurhuus javnaði til 1-1. Mynd: hb.fo

HB liðformaðurin Tormóður P. Djurhuus javnaði til 1-1. Mynd: hb.fo

Tað sá leingi út til, at tað fór at verða sigursmálið, tá ið Andri Benjaminsen tjúgu minuttir undan leikloki í góðveðrinum á Svangaskarði í kvøld legði B68 framum 2-1. Uppleggið átti Áki Johannesen.

Men soleiðis varð tað ikki. Teir næstbestu hjá HB løgdu síðstu løtuna nógv fyri í roynd at vinna eitt stig, og tað eydnaðist. Klokkan vísti 93 minuttir, tá ið Áki D. Samuelsen setti bóltin í B68 og so var 2-2 og liðugt. Áki D. Samuelsen fylti 17. apríl 16 ár. Hann er fyri kortum komin aftur til HB eftir at hava roynt seg í FC Midtjylland. Málið var tað fyrsta, sum hann hevur skorað á næstbesta HB liðnum.

Í evstu løtu undan steðginum legði Karstin Clementsen B68 framum 1-0.

Tíggju minuttir eftir steðgin sá Bárður Ó. Jensen gula kortið fyri aðru ferð, og so var B68 undirmannað.

HB liðformaðurin Tormóður P. Djurhuus javnaði til 1-1 miðskeiðis í seinna hálvleiki. Hóast toftamenn vóru undirmannaðir, so eydnaðist tað tríggjar minuttir seinni Andri Benjaminsen at leggja heimaliðið framum aftur 2-1. So var tað, at HB í síðstu løtu javnaði til 2-2.

Gestirnir fegnaðust um stigið, sum teir kendu seg hava vunnið, og heimamenninir harmaðust um tey bæði stigini, sum teir kendu seg hava tapt.

Hetta var triði javnleikurin hjá HB, sum ikki enn hevur vunnið.

B68 hevur vunnið tríggjar dystir og í kvøld var tað aðru ferð, at tað endaði javnt.

HB liðformaðurin Tormóður P. Djurhuus javnaði til 1-1. Mynd: hb.fo