B68 snýtti B36

Toftamenn megnaðu javnleik í Gundadali, og tí fer Víkingur og ikki B36 at spæla finalu ímóti HB

At tað í kvøld endaði 2-2 millum B68 og B36 ber við sær, at Víkingur og ikki B36 leygardagin skal spæla finalu í VFF kappingini ímóti HB. Mynd: Álvur Haraldsen

At tað í kvøld endaði 2-2 millum B68 og B36 ber við sær, at Víkingur og ikki B36 leygardagin skal spæla finalu í VFF kappingini ímóti HB. Mynd: Álvur Haraldsen

B36 uppstillingin var fram ímóti at vera tann stinnasta, tá ið B68, sum undan síðsta umfari í VFF kappingini einki stig hevði vunnið, var í Gundadali. Tað var kavi á Svangaskarði, og tí átti B68 heimavøll í Gundadali.

B36 sigur hevði borið finalupláss í VFF kappingini við sær. Men B36 dumpaði. Úrslitið var 2-2, og tí verður tað Víkingur, sum leygardagin fer at spæla finalu ímóti HB, og B36 fer at spæla um triðja plássi ímóti KÍ.

B68 legði bargdliga fyri og var frammanfyri 2-0, tá ið 25 minuttir vóru farnir. Málskjúttar vóru Zoran Vujovic og Andrija Radovanovic.

Eftir steðgin svaraði B36 aftur, og Árni Frederiksberg og Hugin Samuelsen skoraðu mál9ni, sum bóru við sær, at støðan var 2-2, tá ið 77 minuttir vóru farnir. Men B36 megnaði ikki at skora sigursmálið, sum skuldi til fyri at vinna finaluplássið.

Javnleikurin bar við sær, at B68 vann fyrsta stigið í VFF kappingini. 

At tað í kvøld endaði 2-2 millum B68 og B36 ber við sær, at Víkingur og ikki B36 leygardagin skal spæla finalu í VFF kappingini ímóti HB. Mynd: Álvur Haraldsen