B71: Danskur miðvallari afturat hópinum

Gustav Tjørnelund Wassman eitur danin, ið kappingarárið 2020 er klárur at tørnað út fyri Sandoyar Ítróttarfelag B71

Mynd: (b71.fo) Gustav Tjørnelund Wassman og Karl Vidtfeldt, formaður í B71

Mynd: (b71.fo) Gustav Tjørnelund Wassman og Karl Vidtfeldt, formaður í B71

B71 hevur í dag kunngjørt tveir nýggjar spælarar. Fyrr í dag bleiv boðað frá, at øll loyvini hjá verjuspælaranum, Brian Okpala, eru komin upp á pláss. Nú er danskur miðvallari eisini komin upp á pláss. Gustav Tjørnelund Wassman eitur danin, ið kappingarárið 2020 er klárur at tørnað út fyri Sandoyar Ítróttarfelag B71

- Tá vit fyrr í dag kunngjørdu at vit høvdu fingið lagt nigerianskt fødda amerikumannin, Brian Okpala, afturat hópinum, so lá tað í luftini at hann var einasti útlendski styrkurin í ár, men hetta er tekniskt sæð ikki rætt, tí um sama mundið, sum vit fingu samband við Brian, so høvdu vit longu samband við danska Gustav og ein svenskan leikara afturat, ið báðir vóru og royndarvandu við felagnum, skrivar B71.fo.

Felagið hevur valt at gera sáttmála við Gustav Tjørnelund Wassman, men ikki við senska Elias Boström. Gustav Tjørnelund Wassman verður lýstur sum ein evnaríkur vongur, ið er bæði skjótur og tekniskt væl fyri.

1.umfar í 1.deild hevur longu verið. B71 spældi javnleik 1-1 móti 07 Vestur.

Mynd: (b71.fo) Gustav Tjørnelund Wassman og Karl Vidtfeldt, formaður í B71