B71 hevur yvirskot

B71 hevur havt aðalfund. Onkur broyting er í nevndini og felagið hevur yvirskot

B71 hevði í gjár aðalfund. Formaðurin, Karl Vidtfeldt, kundi vísa á eitt yvirskot fyri 2020, hóast árið hevur verið merkt av koronufarsóttuni.

Trý fólk stóðu fyri afturvali. Joen Peter Petersen og Jógvan A. Vest valdu ikki at stilla uppaftur, meðan Alvi Jespersen stillaði uppaftur og bleiv valdur inn saman við Onnu Krog Hentze.

Besta mansliðið hjá B71 spælir í 1.deild, og komandi kappingarárið verður B71, saman við AB, partur av bestu kvinnudeildini.

Soleiðis skrivar felagið:

Felagið helt aðalfund í Høllini í gjárkvøldið. Ein góður og jaligur fundur, ið sjálvsagt var hjálptur av at vit kundu vísa á eitt yvirskot fyri árið 2020.

Formaðurin, Karl Vidtfeldt, greiddi frá virksemi felagsins farna árið og gjøgnumgekk bæði tey góðu og minni góðu tingini frá farna heldur trupla korona árinum.

Nevndarval var á skrá, har Joen Peter Petersen, Alvi Jespersen og Jógvan A. Vest stóðu fyri valið.

Alvi Jespersen stillaði uppaftur og bleiv valdur saman við Onnu Krog Hentze, ið stillaði upp á fyrsta sinni.

Joen Peter Petersen og Jógvan A. Vest valdu ikki at stilla uppaftur. Finnbjørg og Johanne Olsen blivu valdar til tiltakslimir.

Vit takka fyri uppmøtingina og gleða okkum at halda á fram við góða arbeiðinum framyvir.

Drívið á B71!