B71 tapti í Klaksvík

1.DEILD: Klokkan 14 verður fyrsta bríksl í Leirvík, har setningurin hjá B68 er at halda tørn um plássið, sum ber beinleiðis uppflyting við sær, og í Sørvági, har NSÍ er gestur hjá 07 Vestur, sum eisini stríðist fyri at vinna uppflyting

Hjalgrím Elttør skoraði annað málið og legði upp til hitt, tá ið KÍ vann 2-0 ímóti B71

Hjalgrím Elttør skoraði annað málið og legði upp til hitt, tá ið KÍ vann 2-0 ímóti B71

Fyrsti dysturin í 24. umfari í næstbestu deildini er liðugur. Hann var í Klaksvík, har KÍ hevði vitjan av B71.

Sandoyingarnir vóru tíðliga á fótum í morgun, tí fyrsta bríksl var longu klokkan 11. Nú teir rigga til at fara úr Klaksvík, er tað greitt, at teir hava 2-0 tap í viðførinum.

Bæði málini vórðu skorað í seinna hálvleiki. Tveir minuttir eftir steðgin skoraði Dávid Langgaard eftir upplegg frá Hjalgrími Elttør, og tjúgu minuttir undan leikloki var Hjalgrím Elttør málskjútti. Tá var tað Gunnar Christiansen, sum átti uppleggið.

Tølini siga, at heimaliðið var greitt omaná. KÍ hevði átta hornaspørk, og B71 hevði trý hornaspørk. KÍ hevði ellivu royndir á B71 málið, og B71 hevði eina roynd ímóti heimamálinum. KÍ hevði sjey stórar møguleikar, og sandoyingar høvdu ein stóran málmøguleika.

Í toppinum kappast B68 og 07 Vestur at vinna plássið, sum heilt víst ber uppflyting við sær. Bæði liðini eiga stóra mótstøðu ídag.

Klokkan 14 verður fyrsta bríksl í Leirvík, har B68 er gestur hjá Víkingi, sum er topplið. 6. juni tapti B68 2-1 í Leirvík, og 27. juli vann Víkingur 3-0 á Svangaskarði.

Klokkan 14 verður fyrsta bríksl í Sørvági, har 07 Vestur hevur vitjan av NSÍ, sum er næstfremst.

20. juni endaði tað málleyst, tá ið 07 Vestur var gestur við Løkina, og 29. august vann 07 Vestur 2-1 á NSÍ á Dungasandi í Sørvági.

 

KÍ – B712-0 (0-0)

1-0: Dávid Langgaard

2-0: Hjalgrím Elttør

 

Víkingur – B68: Rani A. Skaalum kl. 14.00

07 Vestur – NSÍ: Aron Sofus Vest kl. 14.00

FC Hoyvík – HB: Alex Troleis kl. 16.00

AB – B36: Heini Ziskason Viðoy kl. 16.00 

 

Víkingur221471562649
NSÍ231454733547
B68211047412834
07 Vestur20965352633
B7123959493832
HB229310445930
B36217410334525
238411415228
AB214413284516
FC Hoyvík222416267210

Hjalgrím Elttør skoraði annað málið og legði upp til hitt, tá ið KÍ vann 2-0 ímóti B71