Báðar steypafinalurnar verða millum Mjølnir og SÍ (FM1)

(FM1) Hoyr Steffan Rosenlund hjá Mjølnir og Bjarna Larsen hjá ÍF seta orð á 3-1 hálvfinalusigurin hjá Mjølnir á ÍF

Steffan Rosenlund hjá Mjølnir og Bjarni Larsen hjá ÍF (Mynd: Óli G. Samuelsen)

Steffan Rosenlund hjá Mjølnir og Bjarni Larsen hjá ÍF (Mynd: Óli G. Samuelsen)

##med2##

Klaksvíkingar og sørvingar koma at hertaka áskoðaraplássini í høllini á Hálsi í Havn tá steypafinalurnar skulu avgreiðast leygardagin 22. februar.

Mennirnir hjá Mjølnir vunnu seg í finaluna við einum 3-1 sigri á ÍF. Tað haltaði í byrjanini tá Mjølnir kom langt afturum í fyrsta setti, men so tók oddaliðið í landskappingini seg saman og vann trý sett á rað.

Mjølnir-ÍF 3-1 (23-25, 25-18, 25-22 og 25-22)

Mjølnir og SÍ møttast í steypafinalunum hjá bæði kvinnum og monnum. 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1: 

1) Hoyr frásøgumannin hjá FM1, Óla G. Samuelsen siga frá teimum avgerandi bóltunum í teimum fýra settunum.

2) Hoyr viðmerkjaran hjá FM1, Brian Poulsen taka samanum settini og dystin. Brian staðfestir, at talan var um ein uppibornan sigur hjá Mjølnir.

3) Hoyr samrøðuna Óli G. Samuelsen gjørdi við Bjarna Larsen hjá ÍF og Steffan Rosenlund hjá Mjølnir. Bjarni Larsen slær fast, at nú mugu teir í ÍF taka seg saman um teir skulu vinna seg í FM-finaluna. Steffan Rosenlund er nøgdur við øll fýra settini, eisini settið teir taptu. Hann heldur, at fyrsta settið var ein moralskur sigur, tí Mjølnir stríddi seg frá 15-24 til 23-24 áðrenn ÍF við bit og slit fekk knógvað settið heim. 

Steffan Rosenlund hjá Mjølnir og Bjarni Larsen hjá ÍF (Mynd: Óli G. Samuelsen)

(Mjølnir-ÍF 3-1, avgerandi bóltarnir, samanumtøka hjá Brian Poulsen og samrøður við Steffan Rosenlund og Bjarna Larsen)