Báðir partar sakna lyklaspælarar

Á stigatalvuni stendur tað 50 – 6 til B36 ímóti Skála

Hóast tað eru 46 stig á muni millum B36 og Skála, so er dysturin týdningarmikil fyri báðar partarnar, sum í dag hittast undir Mýruhjalla á Skála, nú endaspurturin av álvara er í Betrideildini.

Skála er aftast við seks stigum. Fyri einari viku síðani eydnaðist tað á heimavølli at vinna ársins fyrsta sigur. Pílurin hevur síðani stutta summarsteðgin peikað rætta vegin, tá ið tað ræður um leikligu avrikini, og 2-0 sigurin á AB ber við sær, at tað bara er eitt stig fram til níggjunda plássið og ivaleyst møguleikan fyri at vinna møguleikan at spæla um plássið í bestu deildini.

Í dag er neyðugt hjá Sorin Anghel at umskipa miðverjuna. Síðani Petur Pauli Mikkelsen fór av aftur landinum, hevur Kristian Martin Jakobsen tikið av og verið stinnur undir liðini á Teituri R. Joensen. Í dag er Kristian Martin Jakobsen leikbannaður, og og vongverjin Karl Martin Johansen er burturstaddur.

At teir mikukvøldið mistu sigurin á stokkinum í Klaksvík var strika í rokningini hjá B36, sum framvegis er við í kappingini um silvurkrónurnar og europeiska luttøku.

Í dag eru framrættaði Árni Frederiksberg og sentrali miðvallarin Magnus Holm Jacobsen leikbannaðir og Hugin Samuelsen og Andrias H. Eriksen eru framvegis skaddir

Skála – B36: Dagfinn Forná kl. 15.00.