Badminton: Føroyar sannførandi í hálvfinaluni

4-1, 5-0 og 5-0 og Føroyar eru til reiðar til sterka hálvfinalu ímóti Guernsey ímorgin áðrenni - Heppikórið hjá badmintonfjepparunum er til reiðar

Mynd: Gyðja Trónd Tróndardóttir

Mynd: Gyðja Trónd Tróndardóttir

Føroyar gjørdu so at siga slætt borð í liðkappingini í badminton í dag.

Einasti tapti dystur var ein tepur av slagnum ímóti fyrsta mótstøðuliðnum, Hetlandi í tvímansleiki hjá monnum.

Kortini vann Føroyar 4-1 áðrenn Ynis Mon og Gibraltar bæði máttu llúta 5-0 fyri føroyingunum.

Føroyar vann tí bólkin púra greitt og eru nú í hálvfinaluni í liðkappingini, har Guernsey, gullvinnararnir frá seinastu oyggjaleikum, standa fyri.

 

Serliga vóru føroysku badmintonfólkini glað fyri at tað skuldi roynast so væl við fýra leikarum, ið eru á oyggjaleikum fyri fyrstu ferð.

 

Bjørg Djurhuus, fjeppari og mamma Rannvá Djurhuus Carlsson á landsliðnum, boðar frá, at fjeppparar hittast áðrenn dystin í høllini at hita upp til hálvfinaluna, ið verður leikt klokkan 8.00 føroyska tíð.

Mynd: Gyðja Trónd Tróndardóttir