Badminton: Vunnu 3-2 á Armenia

U17-landsliðið í badminton er til EM fyri lið, sum er Póllandi

Føroyska U17-landsliðið í badminton vann í gjár fyrsta dystin í EM-kappingini fyri lið, sum er í Gniezno í Póllandi í døgunum 30. august til 3. september.

Badmintonsambandið skrivar, at dysturin gjørdist avbera spennandi. Liðini skiftust um at vinna dystirnar. Tá fýra dystir vóru spældir, stóð á jøvnum 2-2. Alt bleiv avgjørt í fimta dystinum, har Miriam í Grótinum og Bjarnhild í Buð Justinussen spældu tvímansleik.

Tær vunnu fyrsta settið 21-17. Annað settið var sera spennandi. Miriam og Bjarnhild megnaðu at halda høvdið kalt, og vunnu eisini annað settið og harvið dystin 3-2. Eitt avbera flott avrik verður sagt úr Póllandi.

28. august fór U17 landsliðið í badminton til EM fyri lið, sum verður leikt í Gniezno í Póllandi í døgunum 30. august til 3. september. Tað eru 35 lond, sum eru meldaði til kappingina. Landsliðið skal spæla fýra liðdystir. Ein gjár, tveir í dag og ein sunnudagin.

Ein liðdystur er: einmansleikur kvinnur, einmansleikur menn, tvímansleikur kvinnur, tvímansleikur menn og blandaður tvímansleikur. Føroyar eru í bólki saman við Armenia, Estlandi, Wales og Tjekkia. Hetta er aðru ferð, at Føroyar eru við til EM fyri U17-landslið. 

Tey, sum umboða Føroyar eru:

Miriam í Grótinum, HBF

Bjarnhild í Buð Justinussen, KBF

Tórur Paulason, HBF

Hans Elttør, KBF 

Landsliðsvenjari er Aritra Nandy, og ferðaleiðarar eru Laufey Oskarsdóttir Hansen og Thurid í Buð.