Bæði H71 og Neistin renna undan favorittleiklutinum (FM1)

(FM1) Hoyr upptaktssamrøðu við Teis Horn Rasmussen hjá Neistanum og Niklas Højgaard Hanusarson hjá H71, ið Sjúrður H. Hoydal gjørdi á FM1 seinnapartin

Teis Horn Rasmussen hjá Neistanum og Niklas Højgaard Hanusarson hjá H71 renna undan favorittleiklutinum áðrenn 5. og seinastu FM-finaluni (Mynd: Óli G. Samuelsen)

Teis Horn Rasmussen hjá Neistanum og Niklas Højgaard Hanusarson hjá H71 renna undan favorittleiklutinum áðrenn 5. og seinastu FM-finaluni (Mynd: Óli G. Samuelsen)

TRÝST Á PÍLIN UNDIR MYNDINI, 

og hoyr upptaktssamrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við Teis Horn Rasmussen hjá Neistanum og Niklas Højgaard Hanusarson hjá H71 í SportBoxini á FM1 seinnapartin.

 

Klokkan 20 leygarkvøldið skulu H71 og Neistin spæla 5. og seinastu FM-finaluna í Hoyvíkshøllini. Sjúrður H. Hoydal sigur beinleiðis frá dystinum á FM1. Øll kunnu hoyra dystarfrásagnirnar á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir hjá FM1 eru FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 94,5, FM 95,5 og FM 98,7.

 

Teis Horn Rasmussen og Niklas Højgaard Hanusarson peika báðir á mótstøðuliðið tá talan er um favorittleiklutin í 5. FM-finaluni í Hoyvíkshøllini í annaðkvøld. 

Teis Horn Rasmussen hjá Neistanum og Niklas Højgaard Hanusarson hjá H71 renna undan favorittleiklutinum áðrenn 5. og seinastu FM-finaluni (Mynd: Óli G. Samuelsen)