Bagge er misnøgdur og Sorin er væl nøgdur (FM1)

(FM1) Hoyr høvuðsvenjararnir hjá Víkingi og AB, Sámal Erik "Bagga" Hentze og Sorin Anghel seta orð á dystin Víkingur-AB 1-1

Sorin Anghel og hansara menn í AB fingu eitt stig við sær úr Sarpugerði í dag

Sorin Anghel og hansara menn í AB fingu eitt stig við sær úr Sarpugerði í dag

##med2##

Víkingur og AB leikti javnleik 1-1 í Sarpugerði í Norðragøtu í dag. Tóki á Lofti legði AB á odda tá 18 minuttir vóru farnir av fyrra hálvleiki. Tá ein hálvur tími var farin javnaði Adeshina Lawal til 1-1.

Fyri AB er talan um eitt gott stig nú tá ÍF og EB/Streymur spæla innanhýsis dyst í dag. Fyri Víking er talan um tvey mist stig í kapprennningini um tey evropeisku plássini.

- Vit eiga at vinna á einum liði sum AB á heimavølli, sigur ein illa nøgdur høvuðsvenjari hjá Víkingi, Sámal Erik "Bagge" Hentze. Bagge heldur tað er ikki nóg gott ikki at vinna slíkar dystir á heimavølli.

Høvuðsvenjarin hjá AB, Sorin Anghel er í sínum lagi meir enn nøgdur við at hava togað seg uppá 15 stig við javnleikinum í dag. Nú er málið hjá AB at koma uppum 18 stig, ið var stigatalið teir rukku farna kappingarár.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðurnar Árni Gregersen gjørdi við Bagga og Sorin aftaná javnleikin millum Víking og AB í Sarpugerði. 

Sorin Anghel og hansara menn í AB fingu eitt stig við sær úr Sarpugerði í dag

(Samrøður hjá Árna Gregersen: Bagge og Sorin)