Bagge: Montenegro spælir sín lívs dyst

U21: - Vit skulu fyrireika okkum, sum um at Montenegro spælir sín lívs dyst, sigur Sámal Erik Hentze

##med2##

U21-landsliðið spælir týsdagin móti Monetnegro í U21 EM-undankappingini. Dysturin verður á Svangaskarði, har Føroyar fyri einum mánað síðani vann 3-1 á Ísrael. Føroyska liðið spældi eisini ein framúr dyst móti Spania hóskvøld, har gestirnir vunnu 2-0. Nú er uppgávan ikki eins stór, men hon er framvegis stór.

- Vit fóru ikki upp at flúgva av dystinum móti Spania, tí vit vinna hann ikki. Nú fyrireika vit okkum til dystin móti Montenegro og eg havi sagt við spælararnar, at vit skulu fyristilla okkum, at Montenegro spælir sín lívs dyst. So væl skulu vit fyrireika okkum, sigur Sámal Erik Hentze, sum ikki ætlar at gera nógvar broytingar.

- Eg havi altíð havt tað soleiðis, at spælir tú væl fært tú afturval. Um ein spælari spælir væl og ikki byrjar næstan dyst, so kann hann koma í iva um hvat hvat hendir her. Tað kann verða okkurt taktist, har ein spælari er betri til okkurt og spælarin sær tað. Men vit skifta ikki út bara fyri at royna nakað nýtt, sigur U21-landsliðsvenjarin, ið eisini hevði taktiska venjing í gjár.

- Spælararnir eru forvitnir og vilja hava okkurt, so tað er týdningarmikið at geva teimum okkurt hvørja ferð, so teir hugsa at hetta er gevandi. Hetta er eitt nýtt lið í mun til frá seinastu samling, men eg haldi teir hava fangað tingini, so nú kunnu vit byggja eitt sindur uppá, men ikki for nógv, tí tað má ikki blíva for trupult, sigur Sámal Erik Hentze, ið vónar at fáa leggja eitt stig afturat í álopsspælinum

 ##med3##

- Vit fara altíð út fyri at fáa stig og tú sær hvussu nær við vit eru, men tað nógv í fótbólti. Vit skulu kanska hava ein spælara í brotsteigin afturat, fyri at fáa bóltin í málið. Tað er ikki bara hepni, men tú mást trúgva upp á tað og søkja tað. Hvussu kunnu vit fáa ein mann afturat í brotsteigin og so framvegis. Tað er slíkir tankar, sum eg havi nú, sigur Sámal Erik Hentze.

Føroyar spæla týsdagin klokkan 17 móti Montenegro á Svangaskarði.

##ms##

FM1: Samrøða við Sámal Erik Hentze