Bagge og Mikkjal stuðla avgerðini at avlýsa dystin (FM1)

(FM1) Hoyr samrøðurnar Petur Asbjørn Lervig gjørdi við høvuðsvenjararnar hjá Víkingi og KÍ um avlýsta dystin í Sarpugerði

Bagge stuðlar avgerðini at avlýsa dystin í Sarpugerði

Bagge stuðlar avgerðini at avlýsa dystin í Sarpugerði

##med2##

Petur Asbjørn Lervig, reportari hjá FM1 fekk eisini orðið á høvuðsvenjararnar hjá Víkingi og KÍ, Sámal Erik "Bagge" Hentze og Mikkjal Thomassen aftaná tað var staðfest, at dysturin millum Víking og KÍ í Sarpugerði í Norðragøtu var avlýstur.

Bæði Bagge og Mikkjal stuðla dómaranum, Eileri Rasmussen í avgerðini at avlýsa dystin.

HER  ber til at hoyra Eiler Rasmussen greiða frá hví dysturin er avlýstur. 

Bagge staðfestir, at veðrið verður ikki frægari í morgin, so tað ganga nakrir dagar áðrenn dysturin verður spældur.

Mikkjal Thomassen harmast um, at dysturin er avlýstur tá KÍ er partur av einum spennandi og avgerandi FM-stríðið, men hann staðfestir, at tað eru ikki øll viðurskifti ein hevur ræðið á. Petur Asbjørn og Mikkjal umrøddu eisini um ikki eitt kjak eigur at takast um, at kappingin verður "vend", so kappingarárið endar í bestu tíð í juni mánað. Tað sum hendi í dag kann aftur seta gongd í tað kjakið.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðurnar Petur Asbjørn Lervig gjørdi við høvuðsvenjararnar hjá Víkingi og KÍ. 

Bagge stuðlar avgerðini at avlýsa dystin í Sarpugerði

(Samrøður: Bagge og Mikkjal Thomassen um avlýsta dystin í Sarpugerði)