Bagge skal stjórna U21-landsliðnum

Sámal Erik Hentze avloysir Eli Hentze sum venjari á U21-landsliðnum.

Tað bleiv í kvøld kunngjørt, at U21-landsliðsvenjarin, Eli Hentze, komandi fýra árini skal vera hjálparvenjari hjá Håkan Ericson á A-landsliðnum. Harvið var venjarasessurin á U21-landsliðnum tøkur, men tað var hann ikki leingi, tí Fótbóltssamband Føroya kunngjørdi í somu atløgu avloysaran hjá Eli Hentze.

Les eisini: Her er nýggi hjálparvenjarin

Nýggjur U21-landsliðsvenjari er Sámal Erik Hentze, kanska betur kendur sum Bagge. Hann hevur seinastu 12 árini verið venjari hjá HB, AB, B36, Víkingi og NSÍ, men nú skal hann so starvast hjá Fótbóltssambandi Føroya.

- Hetta verður nakað heilt annað í mun til tað, ið eg havi roynt áður, men eg gleði meg at koma í gongd, og skal sjálvandi royna at byggja upp á tað góða arbeiði, sum mín undangongumaður (red. Eli Hentze) hevur gjørt, sigur Sámal Erik Hentze, við heimasíðuna hjá FSF.

Fyrsta uppgávan hjá nýggja U21-landsliðsvenjaranum verður EM-undankappingardystur á heimavølli ímóti Spania, sum verður á Tórsvølli hósdagin 26. mars klokkan 19:00.