Bale á veg til Premier League

Gareth Bale situr á bonkinum hjá Real Madrid og spælir golf í frítíðini

Søgan um walisiska Gareth Bale byrjaði væl, men nú er líkt til at hann verður gúppaður úr Real Madrid, har hann hevur sitið á bonkinum seinastu tvey árini. Tottenham og Manchester United eru bestu boðini.

Í 2013 bleiv Gareth Bale heimsins dýrasti spælari, tá Real Madrid keypti hann úr Tottenham. Her hevur walisiski vongurin skorað í eitt nú tveimum Champions League finalum og vunnið fýra, og avgjørt eina spanska steypakapping.

Seinasta kappingarárið hevur hann sitið nógv á bonkinum. Tað hevur verið gjørt nógv burturúr, at hann leggur meira í at spæla golf í frítíðini, enn at spæla við Real Madrid, har venjing einki álit hevur á honum.

Gareth Bale er ein dýrur spælari at hava í hópinum. Tí vónar Real Madrid at sleppa av við hann undan komandi kappingarári. Her er Tottenham besta boðið, meðan Manchester United skal eisini hava áhuga at leiga walisiska vongin í eitt ár.

Umboðsmaðurin hjá Gareth Bale hevur sagt við BBC, at tað er samband millum Gareth Bale og Tottenham, har hann spældi í seks ár undan skiftinum til Real Madrid. Manchester United hevur leingi verið sett í samband við Jadon Sancho úr Borussia Dortmund, men ein søga sigur, at felagið umhugsar at leiga Gareth Bale í eitt ár fyribils.