Barcelona fær einki meistaraheiti um kappingin verður niðurløgd

Forsetin í spanska fótbóltssambandinum, Luis Rubiales sigur, at um La Liga ikki er avgreidd áðrenn 1. juli verður eingin meistari

Um kappingin í La Liga verður strikað fær oddaliðið, FC Barcelona ongan ágóða av at verða oddalið

Um kappingin í La Liga verður strikað fær oddaliðið, FC Barcelona ongan ágóða av at verða oddalið

Evropeiska fótbóltssamgongan hevur saman við limalondunum  tikið avgerð um at útskjóta EM-endaspælið til 2021 ár í tí vón, at tað skal eydnast at avgreiða ligurnar í teimum ymsu limalondunum umframt, at Champions League og Europa League kappingarnar verða avgreiddar.

Men tað liggur enn í óvissuni nær kappingarnar í teimum ymsu evropeisku ligunum kunnu takast uppaftur.

Forsetin í spanska fótbóltssambandinum, Luis Rubiales sigur við spanska ítróttarmiðilin, A.S. at kappingin í La Liga má avgreiðast áðrenn 1. juli. Ber tað ikki til verður kappingin strikað. Hetta merkir, at oddaliðið í La Liga ikki fær nakran ágóða av at verða oddalið í La Liga. 

- Kappingarárið 2019-2020 má fullførast undir núverandi reglum, sjálvt um støðan vit eru í er ógvuliga serstøk. Eg kann ikki garantera, at La Liga verður gjøgnumførd í seinasta lagi 30. juni. Tað hevði verið órættvíst um stigatalvan vit hava nú eftir 27 av 38 umførum verður standandi, sigur Luis Rubiales við A.S. 

FC Barcelona er við 58 stigum bara tvey stig frammanfyri arvafíggindan, Real Madrid. Heili 11 umfør eru eftir at avgreiða í La Liga. 

 

 

 

Um kappingin í La Liga verður strikað fær oddaliðið, FC Barcelona ongan ágóða av at verða oddalið