Bárður Hentze Lenvig vann gull í judo

(OYL) Í 66 kg vektklassanum í judo hevur Bárður Hentze Lenvig vunnið gull og Dánjal á Krákusteini bronsu

Hans Kristian Eyðunsson Hansen tók eina "actionmynd" í judohøllini fyrr í dag

Hans Kristian Eyðunsson Hansen tók eina "actionmynd" í judohøllini fyrr í dag

Vónirnar til judo-íðkararnar vóru ikki sørar undan oyggjaleikunum, og nú eru fyrstu heiðursmerkini longu komin til høldar í vektklassanum 66 kg.

Bárður Hentze Lenvig vann gull og Dánjal á Krákusteini vann bronsu.

Bárður Hentze Lenvig vann á Taavi Eigo av Saarema í finaluni. 

Í judo er eingin bronsudystur. Dánjal á Krákusteini tapti móti júst Taavi Eigo í hálvfinaluni. Dánjal og hin tapandi hálvfinalisturin fáa hvør sítt heiðursmerki, so Føroyar hava longu fingið tvey heiðursmerki í judo.

Fríði Carlsen kappaðist eisini í sama vektklassa, men hann tapti dystirnar í tí innleiðandi bólkinum. 

##ms##

 

 

 

Hans Kristian Eyðunsson Hansen tók eina "actionmynd" í judohøllini fyrr í dag