Barry Town: NSÍ er í væl betri dystarvenjing

Gavin Chesterfield, høvuðsvenjari hjá walisisku Barry Town gleðir seg til at vitja eitt land sum hann ongantíð hevur vitjað áður

Gavin Chesterfield, venjari hjá Barry Town United prátar við sínar spælarar (Mynd: Barry Town United)

Gavin Chesterfield, venjari hjá Barry Town United prátar við sínar spælarar (Mynd: Barry Town United)

Hóskvøldið 20. august tekur NSÍ imóti walisku Barry Town United á Svangaskarði á Toftum í undanundankappingini í Europa League. FM1 sigur sjálvandi frá dystinum.

Við heimasíðuna hjá Barry Town United sigur høvuðsvenjarin, Gavin Chesterfield, at talan er veruliga um eina evropeiska avbjóðing, har hann og spælararnir hjá Barry Town sleppa at vitja eitt land teir aldrin hava vitjað áður. 

Gavin Chesterfield væntar ein torføran dyst, serliga tí NSÍ er mitt í einum kappingarári, og er tískil í nógv betri dystarvenjing enn Barry Town, men Gavin Chesterfield og spælararnir fara til Føroya við spenningi og góðum vónum. 

Í fjør spældi Barry Town móti norðurírsku Cliftonville í undanundankappingini til Europa League, og Gavin Chesterfield vónar, at Barry Town kann læra av serliga tapinum á útivølli, har Barry Town tapti 0-4. Á heimavølli fekk Barry Town javnleik 0-0.

Gavin Chesterfield heldur, at Barry Town høvdu gjørt sítt heimaarbeiðið, og vóru væl fyrireikaðir, men høvdu ov nógva virðing fyri mótstøðuliðnum. Gavin Chesterfield sigur seg vera ivaleysan í, at liðið hevur lært av tí sum hendi móti Cliftonville í fjør.

Gavin Chesterfield heldur, at liðið hevur eitt sindur fleiri royndir nú teir skulu møta NSÍ, og hvussu liðið skal gera til ein stóran dyst, og tað verður avgerandi, heldur Gavin Chesterfield.

 

 

 

 

Gavin Chesterfield, venjari hjá Barry Town United prátar við sínar spælarar (Mynd: Barry Town United)