Bartal og Leivur fingu fyrstu minuttirnar: Málið hjá Leivi var gott, men heppið

Bartal Klein Olsen og Leivur Mortensen fingu fyrstu minuttirnar á A-landsliðnum - Les hvat teir søgdu eftir dystin her

Leivur Mortensen (á myndini) og Bartal Klein Olsen spældu báðir U20-kapping fyri Føroyar í fjør. Í gjár fingu teir fyrsta A-landsliðsdystin

Leivur Mortensen (á myndini) og Bartal Klein Olsen spældu báðir U20-kapping fyri Føroyar í fjør. Í gjár fingu teir fyrsta A-landsliðsdystin

Ímillum teir fýra nýggju landsliðsleikararnar, ið sluppu at royna seg ímóti BSV, vóru Bartal Klein Olsen og Leivur Mortensen.

Teir báðir spæla ávikavist spælskipari og vinstri vongur, og á júst hesum plássum er stór kapping um at bíta seg fastan á landsliðnum.

Spæl- og liðskiparin á landsliðnum seinastu árini, Tróndur Kragesteen, hevur boðað frá at hann er ikki tøkur til landsdystir í løtuni, men hevur kortini ikki heilt víst aftur at hann kundi tikið eitt tørn afturat.

Í dystinum ímóti BSV var avloysarin Bartal Klein Olsen úr Kyndli. Ungi kyndilsmaðurin kom inn seinastu løtuna, tá ið tað gekk heldur striltið hjá føroyska landsliðnum.

Nýggi landsliðsleikarin staðfestir at hetta vóru sera stórir leikarar, ið hann skuldi royna seg ímóti í fyrsta landsdystinum, men fegnast um at tað gekk væl teir fyrstu tríggjar fjórðingarnar av dystinum.
Tað vóru eisini truplar umstøður hjá kyndilsmanninum, tí hann kom á vøllin í sama tíðarskeiðið sum dysturin koppaði til BSV.

- Tað er sjálvandi ongantíð lætt at koma inn í sovorðnum støðum, og tað var eisini trupult, ásannar Bartal Klein Olsen, áðrenn hann leggur afturat at tað sjálvandi var stuttligt at fáa fyrstu minuttirnar á landsliðnum.

Ungi spælskiparin greiðir frá, at tað var stuttligt at spæla í slíkum umstøðum við nógvum áskoðarum, høllini í fullari stødd og ímóti einum stórfelagið, sum spælir Champions League vanliga, áðrenn hann endar við at siga at hann vónandi sleppur at royna seg í landsliðstroyggjuni aftur.

Fyrsta málið hjá Leivi var serligt

Seinastu landsdystirnir hevur Rói Berg Hansen verið einasti vinstri vongur á liðnum, og har eru óivað fleiri føroyskir leikarar, ið ætla sær at leggjast afturat honum á landsliðnum.

Ímóti BSV fekk Leivur Mortensen møguleikan, og takkaði eisini fyri við einum máli. Málið var heldur serligt og vongurin greiðir soleiðis frá sínum fyrsta málið:

- Brandur [Halgirsson] fær bóltin á bakkinum, og hann leggur ein flúgvara upp til mín, men hann er akkurát ov langur, men so fái eg akkurát vippað hann inn um málmannin, so tað var eitt sindur heppið, men tað sá gott út haldi eg, greiðir Leivur Mortensen frá.

Ungi vongurin greiðir frá at tað var ein stór uppliving at spæla ímóti so góðum leikarum, og eisini at hann skuldi spæla beint yvirav Jóhan á Plógv Hansen. Júst hesin mótstøðumaðurin var eisini dystaravgerandi, men Leivur Mortensen heldur at BSV-leikararnir høvdu tað í so lætt, tá ið føroyingarnir gjørdu nógv mistøk.

- Teir eru skarpir tá ið teir skullu verða skarpir, tað er munurin á liðunum, heldur ungi vinstri vongurin, ið at enda staðfestir at hann ætlar sær at halda fram at stríðast, so at hann vónandi kann fáa fleiri landsdystir.

p { margin-bottom: 0.1in; line-height: 115%; }

Leivur Mortensen (á myndini) og Bartal Klein Olsen spældu báðir U20-kapping fyri Føroyar í fjør. Í gjár fingu teir fyrsta A-landsliðsdystin