Bartal og Rannvá taptu hálvfinalurnar í einmansleiki

(OYL) Tað verður einki føroyskt oyggjaleikagull í einmansleiki í badminton á hesum sinni

Tað verður einki oyggjaleikagull í einmansleiki í badminton á hesum sinni (Mynd: Gyðja Tróndardóttir)

Tað verður einki oyggjaleikagull í einmansleiki í badminton á hesum sinni (Mynd: Gyðja Tróndardóttir)

Bartal Poulsen og Rannvá D. Carlsson taptu í hálvfinalunum í einmansleiki í badminton.

Bartal Poulsen tapti 11-21 og 14-21 móti krútsterka leikaranum, Mark Constable úr Jersey. Mark Constable hevur áður verið partur av enska landsliðnum, og vann sum ungur EM-silvur í EM-endaspælinum fyri juniorar.

Rannvá Djurhuus Carlsson tapti 15-21 og 14-21 móti Jessicu Li av Oynni Man.

Gunnvá Jacobsen trekti seg, og spældi ikki hálvfinaluna móti sterka estiska spælaranum, Getter Saar.

Tað verður einki oyggjaleikagull í einmansleiki í badminton á hesum sinni (Mynd: Gyðja Tróndardóttir)