B71 styrkir um hópin

B71 brynjar seg til komandi kappingarár

Mynd: www.b71.fo

Mynd: www.b71.fo

B71 hevur styrkt sær nakað um hópin til komandi kappingarár í næstbestu deildini. Felagið hevur millum annað fingið tilgongd av Ibrahima Camara, sum kemur til felagið frá føroyameistarunum úr B36.

 

Og í dag boðar B71 frá, at felagið hevur fingið meira tilgongd. Á heimasíðu felagsins, boðar B71 frá, at felagið hevur gjørt sáttmála við tveir nýggjar leikarar. Annar er framrættaði miðvallarin, Patrick Toh, sum fyrr hevur leikt fyri næstbesta liðið hjá AaB í Danmark, meðan hin er miðvingurin, Ingi Wiberg Joensen, sum í fjør spældi fyri MB.

 

Kappingin í 1.deild byrjar leygardagin. Tá spælir B71 á útivølli móti FC Suðuroy.