Bayern leigar stórspælara úr Barcleona

FC Barcelona hevur útleigað eitt av dýrastu innkeypunu nakrantíð

Mynd: (Scanpix) Philippe Coutinho er fyribils ferdigur í Barcelona

Mynd: (Scanpix) Philippe Coutinho er fyribils ferdigur í Barcelona

Guillermo Amor hevur í kvøld kunngjørt, at FC Barcelona hevur útleigað Philippe Coutinho til Bayern Munchen. Hann sigur við spanskt sjónvarp í kvøld, at avtalan er ikki endalig, men verður helst gjøgnumførd í næstum.

FC Barcelona spælir í kvøld í La Liga móti Athletic Bilbao í baskaralandinum. Philippe Coutinho er á leikvøllinum, men ikki við í hópinum. Stóri spurningurin í Barcelona er nú, um tað er eitt tekin um at Neymar Jr er á veg aftur til felagið.

- Tað verður tosað nógv um Neymar í hesum døgum, men eg kann einki siga um tað í løtuni. Tað, sum hendir, hendir. Enn kann nógv henda í hesum flytingarvindeyganum, sigur Guillermo Amor, er partur av ítróttarleiðsluni hjá FC Barcelona.

FC Barcelona keypti Philippe Coutinho fyri hálvum øðrum ári síðani frá Liverpool. Hann hevur ongantíð funnið seg til rættis í felagnum og avrikini hava verið misjøvn.

Mynd: (Scanpix) Philippe Coutinho er fyribils ferdigur í Barcelona