Bayern Munchen vil hava Wenger

Týski risin er eftir 70 ára gamla Arsené Wenger, eftir at Niko Kovac bleiv koyrdur

Bayern Munchen leitar eftir nýggjum venjara, eftir at Niko Kovac bleiv koyrdur. Dropin, sum fekk bikarið at flóta yvir, var eitt eyðmýkjandi 5-1 tap móti Eintracht Frankfurt.

Í vikuni hevur týska stórfelagið verið sett í samband við ein gamal kenning í evropesiskum fótbólti. Nevniliga 70 ára gamla Arsené Wenger, sum hevur verið uttan venjarastarv, eftir at hann takkaði fyri seg eftir 22 ár í Arsenal.

- Søgan er í stuttum, at mikudagin ringdi Karl-Heinz Rummenigge til mín og spurdi um eg havi áhuga í starvinum. Vit tosaðu í fýra til fimm minuttir, har eg boðaði frá at eg má hava umhugsingartíð, tí eg havi ikki hugsað um tað, sigur Arsené Wenger.

Í samrøðuni við beIN Sports sigur fyrrverandi Arsenal venjarin víðari, at hann hevur kent leiðsluna í Bayern Munchen í 40 ár, og letur væl at Karl-Heinz Rummenigge og hinum. Í kvøld spælir Bayern Munchen stórdyst móti Borussia Dortmund, og møguliga verður Arsené Wenger aftur at síggja í evropesiskum topp-fótbólti í næstum.