Bayern tók stórt fet móti meistaraheitinum

Bayern Munchen tók við 1-0 sigri á arvafíggindunum úr Boroussia Dortmund í kvøld eitt risa fet móti týska meistaraheitinum

Joshua Kimmich skoraði einsamalla málið í toppdystinum í kvøld. Mynd: Scanpix

Joshua Kimmich skoraði einsamalla málið í toppdystinum í kvøld. Mynd: Scanpix

Bundesligan í Týsklandi fór í gongd aftur í farnu viku, og í kvøld var toppuppgerð millum stórfeløgini Bayern Munchen og Boroussia Dortmund. 

Dortmund var um reppið at fáa eina dreymabyrjan, tá ið norski Erling Haaland hevði eina naska roynd, ið bleiv bjargað á sjálvari málstrikuni.

Í staðin var tað Joshua Kimmich hjá Bayern, sum stutt undan steðginum við einum frekum lobbi av brotsteigarmarkinum legði gestirnar úr Munchen á odda í dystinum á Signal Iduna Park í Dortmund.

Bæði liðini komu til møguleikar, men Bayern Munchen tóktist tó hava tamarhald á støðuni, og fleiri mál komu ikki í dystinum.

Við sigrinum í kvøld hevur Bayern Munchen nú sjey stig niður til Dormtund, og bert seks umfør eru eftir at spæla.

Joshua Kimmich skoraði einsamalla málið í toppdystinum í kvøld. Mynd: Scanpix