Beinleiðis: Føroyar-Rumenia

Her ber til at fylgja gongdini hjá føroyska kvinnulandsliðinum, sum tekur ímóti Rumenia í dag.

Føroysku kvinnurnar skulu í dag royna at reisa seg eftir at tær taptu fyrsta dystin í EM undanspælinum, 28-16 móti Póllandi. Uppgávan gert tó ikki lættari í dag, tá føroyska liðið tekur ímóti Rumenia, ið verður mett at vera eitt tað sterkasta kvinnulandsliðið í heiminum. 

Rumenska landsliðið er tó uttan tvær tær stórstu sjørnurnar á liðinum í dag. talan er um  Stórskjúttan Cristina Neagu og strikuspælaran Crina Pintea, ið báðar sita yvir í dag. Cristina Neagu er einasta kvinnan, ið hevur vunnið heiðurin sum besti hondbóltspælari í heiminum fýra fer, og verður mett at vera ein tann besti hondbóltspælarin nakrantíð. Crina Pintea, var kosin til besta strikuspælaran í EM endaspælinum í 2018, so talan er um heilt góðar leikarar, sum føroyska liðið sleppur undan at møta í dag. Rumenia stilla tó upp við einum krústerkum liði í dag, og tær vunnu eisini fyrsta dystin í EM undanspælinum 27-24 ímóti Ukraina. Í tí dystinum var tað Cristina Lazlo, ið gekk á odda og skjeyt heili 8 mál

Beinleiðis dagføringar:

10 minuttir eru farnir og støðan er 4-3 til Rumenia. føroyar fekk eina ringa byrjan, men kvinnurnar hava spælt seg upp aftur. Serliga er tað Súna Krossteig Hansen, ið hevur fingið eina góða byrjan og skotið 2 mál.

20 minuttir eru nú farnir og Føroyar er á odda 9-7, serliga er tað verjuspælið og Annika Petersen í málinum, ið hevur stórspælt seinastu løtuna.

Nú er hálvleikur og Føroyar er á odda, eitt ótrúliga flott avrik móti einum ørkymlaðum rumenskum liði, ið ikki hevur megna at loysa føroysku verjuna við einari ótrúliga væl spælandi Anikku Petersen aftanfyri seg. Føroyar dragnaði eitt sindur í alopunum móti endanum av seinna hálvleiki, men stríðsviljin hevur verið eitt frægd at sæð og tí førir Føroyar óvænta 12-11.

40 min eru spældir og Føroyar hevur byrjað heldur illa uppá seinna hálvleik, og Rumenia hevur veruliga økt um leikferðina, okkara hava trupult við at fylgja við. støðan er 17-13 til Rumenia.

50 min eru farnir av dystinum, og Føroysku kvinnurnar renna enn aftaná. Støðan er 21-17 og føroyski málverjin Anikka Pedersen heldur okkum inni í dystinum í løtuni, og vit hava trupult við at koma til góðar mál møguleikar í løtuni.

Endaliga úrslitið gjørdist 25-20 ti Rumenia. Eitt meir enn góðkennt avrik frá unga føroyska liðinum, sum megnaði at fylgja við einum av bestu landsliðunum í heiminum.