Beinleiðis fótbóltssending á FM1 frá klokkan 14 í dag

Fótbóltspanelið verður endursent klokkan 13, og frá klokkan 14 verður sent beinleiðis úr Klaksvík og Norðragøtu

Tróndur Arge og Sjúrður H. Hoydal siga beinleiðis frá teimum sera avgerandi dystunum KÍ-NSÍ og Víkingur-B36 á FM1

Tróndur Arge og Sjúrður H. Hoydal siga beinleiðis frá teimum sera avgerandi dystunum KÍ-NSÍ og Víkingur-B36 á FM1

Fimm dystir verða spældir í Betrideildini klokkan 15 í dag.

Tveir av teimum er sera avgerandi, meðan tríggir hava ikki tann størsta týdningin uttan stríðið um sjeynda plássið.

Teir tveir avgerandi dystirnir eru dysturin millum KÍ og NSÍ við Djúpumýrar norðuri í Klaksvík, og dysturin millum Víking og B36 í Sarpugerði í Norðragøtu.

KÍ og B36 hava bæði 60 stig, NSÍ hevur 54 stig og Víkingur hevur 48 stig. KÍ hevur nógv betri málmun enn B36, og vinnur KÍ á NSÍ samstundis sum B36 tapir móti Víkingi er FM-stríðið gott og væl avgjørt.

Tróndur Arge og Sjúrður H. Hoydal siga beinleiðis frá teimum sera avgerandi dystunum í Klaksvík og Norðragøtu á FM1.

Byrjað verður við upptaktssending klokkan 14. Fótbóltspanelið frá fríggjadegnum verður endursent millum klokkan 13 og 14. 

Øll kunnu hoyra FM1 á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir hjá FM1 eru FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og FM 98,7. 

Hinir dystirnir í Betrideildini eru: HB-TB, EB/Streymur-AB og ÍF-Skála. FM1 fer at kunna um gongdina í teimum trimum dystunum í sendingini.

 

 

Tróndur Arge og Sjúrður H. Hoydal siga beinleiðis frá teimum sera avgerandi dystunum KÍ-NSÍ og Víkingur-B36 á FM1