Beint í brotskastskapping um tað stendur á jøvnum

Vinna Kyndil ella Neistin 24-19, verður farið beinleiðis í brotskastkapping í kvøld

Fimm-málsskjúttin frá mikukvøldinum, Ró Nielsen, og VÍF skulu bert ikki tapa við fleiri enn fimm málum í kvøld. Og helst ikki við fleiri enn fýra.

Fimm-málsskjúttin frá mikukvøldinum, Ró Nielsen, og VÍF skulu bert ikki tapa við fleiri enn fimm málum í kvøld. Og helst ikki við fleiri enn fýra.

Nú klokkan 18.00 spæla kvinnurnar seinnu hálvfinalurnar í ársins steypakapping.

VÍF og Kyndil spæla í Vestmanna, meðan Neistin og H71 spæla í Havn.

Bæði VÍF og H71 vunnu fyrru hálvfinaluna við úrslitinum 24-19, og tí skulu Kyndil og Neistin helst vinna við í minsta lagi seks málum.

Kortini kann tað gerast nóg mikið hjá havnarliðunum at vinna við fimm málum, um tey samstundis hava skotið flest á útivølli.

Tað vil eitt nú siga, at vinnur Neistin 23-18, er tað Neistin sum vinnur samanlagt, tí at Neistin hevur tá skotið eitt mál meira í sínum útidysti.

VÍF skoraði 24 í sínum útidysti, og skal Kyndil í minsta lagið skora 25 ferðir, um ein munur upp á fimm mál skal verða nóg mikið.

Og endar tað púrasta á jøvnum, soleiðis at Kyndil ella Neistin vinna við úrslitinum 24-19 í kvøld; so skal finaluluttakarin finnast við brotskastskapping, beint eftir at dysturin er liðugur.

Báðir dystirnir byrja klokkan 18.00 í kvøld. FM1 sigur frá øllum dystinum ímillum VÍF og Kyndil í Vestmanna og kunnar um gongdina ímillum Neistan og H71 í Havn.

Fimm-málsskjúttin frá mikukvøldinum, Ró Nielsen, og VÍF skulu bert ikki tapa við fleiri enn fimm málum í kvøld. Og helst ikki við fleiri enn fýra.