Beinta Løwe spyr løgmann um ítróttarkappingar

Tað hevur elvt til kjak, at ítrótturin nú fer í gongd aftur hóast heilsumynduleikarnir ikki eru samdir

Tað hevur elvt til kjak, at ítrótturin nú fer í gongd aftur hóast heilsumynduleikarnir ikki eru samdir við politiska mynduleikanum. Fótbólturin í Føroyum rullar aftur 9. mai, men bæði hondbólturin og flogbólturin hava avlýst sínar landskappingar.

Størst kjak hevur verið um kappróðurin, sum fyrst bleiv avlýstur, men síðani tók Róðrarsambandið avlýsingina aftur, tí hóast heilsumynduleikarnir mæltu frá, so mælir politiski mynduleikin til. Tað hevur fingið Beinta Løwe, tingkvinnu hjá Tjóðveldi, at seta løgmanni, Bárði á Steig Nielsen, tríggjar skrivligar spurningar.

1. Hvørji eru almennu tilmælini um, hvørt ítróttarkappingar skulu byrja aftur ella ikki?

2. Hvat heldur løgmaður um, at ítróttargreinar byrja aftur, hóast heilsumyndugleikar mæla frá hesum, um ítróttargreinar ikki megna at lúka tilmælini um t.d. frástøðu og annað?

3. Heldur løgmaður, at sersambondini sjálvi skulu gera av, um teirra ítróttargrein skal byrja aftur ella ikki?

Beinta Løwe Jacobsen ger hesar viðmerkingarnar til spurningarnar:

- Nógv ivamál hava tikið seg upp um, hvørt ítróttarkappingar kunnu byrja aftur ella ikki. Tað tykist at vera upp til sersambondini at gera av. Summi sersambond hava tikið avgerð um at byrja kappingar aftur, meðan onnur hava avlýst. Heilsumyndugleikar og politiski myndugleikin koma viðhvørt við ymiskum tilmælum, og tí kann vera trupult at fáa greiðu á, hvørji almennu tilmælini eru, skrivar Beinta Løwe Jacobsen, á Løgtingi, 24. apríl 2020.