Tað gongur av skriðuni hjá føroyingaliðnum, SUS Nyborg í næstbestu donsku hondbóltsdeildini.
SUS Nyborg hevur nú tapt seks dystir á rað.
Í dag tapti SUS Nyborg 27-34 á útivølli móti Team Sydhavsøerne. Í steðginum stóð frægari til hjá SUS Nyborg tí tá var heimaliðið bert á odda 14-13. Men tíðliga í seinna hálvleiki til 17-13. SUS Nyborg fekk minka um munin til 20-18, men so økti heimaliðið til 23-18, og eftir tað var 26-23 tað nærmasta SUS Nyborg kom í dystinum.
Pætur Mikkjalsson skoraði eitt mál fyri SUS Nyborg í dag. Tróndur Mikkelsen var ikki við SUS Nyborg í dag.
Komandi dysturin hjá SUS Nyborg verður ein føroyingauppgerð á útivølli móti liðnum hjá Róki Akralíð, HEI Skæring. Tann dysturin verður spældur 2. mars.
SUS Nyborg liggur aftast í næstbestu donsku hondbóltsdeildini við bert fimm stigum. Níggju stig eru upp til fjórðaftasta plássið, ið gevur rætt til upp- og niðurflytingardystir móti liðum úr triðbestu deildini.