Berthel: Eg mátti taka av

Sosialurin: Í samrøðu við Sosialin í dag fortelur Jens Berthel Askou um venjaraskiftið frá HB til AC Horsens

Mánadagin komu óvæntaði boð frá HB, at felagið skal hava nýggjan venjara. Eftir at hava vunnið greipuna vóru HB og Jens Berthel Askou til reiðar byrja eitt nýtt kappingarár, men brádliga kom AC Horsens við einum tilboði. - Eg havi stór mið fyri spælararnar og felagið, men eg havi eisini stór mið fyri meg sjálvan. Tú veist ikki nær slíkir møguleikar koma, so tú mást taka av, sigur Jens Berthel Askou, sum nú er fortíð í HB

Brot úr samrøðuni í Sosialinum, sum kemur á gøturnar í dag 

Hugsar fyrst um Horsens

Hetta er ein upplagdur møguleik hjá føroyskum spælarum, at sleppa til Superliguna, nú ein venjari fer beint úr føroyskum fótbólti til toppfótbólt í Danmark. Venjarin vil tó ikki siga so nógv, tá tað kemur til spælararnar hjá HB.

- Eg vil ikki siga so nógv um tann partin beint nú. Tað eru nógvar kenslur í løtuni, og eg ynski als ikki at hála nakað upp við rót í HB. Tað eru fleiri persónar, sum hava gjørt stór framstig. Eitt nú Samuel Chukwudi, sum longu hevur verið í einum Superligafelagi og vant. Um tað akkurát verður AC Horsens ella okkurt annað felag, sum eina ferð fær gang av honum, tað má tíðin vísa, sigur Jens Berthel Askou, og leggur afturat:

- Sjálvandi eru tað spælarar, sum eru góðir nokk til AC Horsens. Hallur Hansson er eitt dømi. Hann er endaður í einum Superligafelagi og er ein profilur. Eg haldi at við menningini, sum føroyskur fótbóltur er í, og vónandi heldur fram við, so vænti eg at tú sær fleiri føroyskar spælarar í donskum fótbólti komandi tíðina. Føroyskir spælarar hava eina góða mentan, elska at arbeiða, venja og mennast, og teir eru góðir til at móttaka og umseta íblástur og lærdóm, sigur nýggi venjarin hjá AC Horsens, ið eisini váttar at tað er áhugi fyri føroyskum fótbólti í felagnum.

- Her niðri kenna tey eisini til fleiri av spælarunum hjá HB, og halda at nakrir av teimum eru  spennandi, men reint praktiskt hugsi eg fyrst og fremst um AC Horsens. Eg skal gera mær eina mynd av hópinum og toyminum, sum bæði eru inntakt í løtuni, sigur venjarin.

Hvørki Kevin Schindler, hjáparvenjari hjá HB, ella Sebastian Dam, kropsligur venjari, eru farnir við Jens Berthel Askou til AC Horsens.