Í dag kunngjørdi HB, at Jens Berthel Askou gevast sum venjari í felagnum. Tað bleiv tíðliga gitt, at hann verður nýggjur venjari hjá Halli Hanssyni og AC Horsens. Tey tíðindini eru nú váttaði av AC Horsens.
- Vit hava arbeitt við at finna júst rætta venjaran til okkum, og vit hava um jólini tosað við Jens Berthel Askou. Úrslitið er ein hálvtannað ára sáttmáli. Hann hevur í seinastuni klárað seg væl sum venjari í Føroyum, har liðið hjá honum vann greipuna, sigur Niels Erik Søndergård, ítróttarstjóri í AC Horsens.
HB leitar nú eftir nýggjum venjara.