Berthel: Tí valdi eg AC Horsens

Jens Berthel Askou hevur nú greitt frá, hví hann valdi AC Horsens

Tað var ein skelkur fyri tey í HB, at Jens Berthel Askou í gjár boðaði frá, at hann ikki heldur fram sum venjari í felagnum. Tað gekk skjótt hjá teimum flestu at leggja tvey og tvey saman, og seta hann í samband við starvið hjá AC Horsens.

Í gjárkvøldið bleiv Jens Berthel Askou so kunngjørdur sum nýggjur venjari hjá Halli Hanssyni og AC Horsens. Hann hevur gjørt sáttmála fyri hálvt annað ár. Í samrøðu við heimasíðuna hjá felagnum segði hann millum annað:

- Tað eru fleiri orsøkir til, at eg valdi AC Horsens. Gjøgnum okkara samrøður hava eg fingið staðfest, at hugsan um felagið er røtt. Tað er eitt felag, har tú hevur røttu virðini og hevur menniskja í fremstu røð.

- Eg haldi at tú í AC Horsens ger nógv ting á rættan hátt og er á veg fram, hóast liðið hevur eina avbjóðandi støðu í Superliguni í løtuni. Felagið hevur eisini tikið stór fet við ungdómsarbeiðnum, og tað verður spennandi at síggja arbeiða við tí. Í AC Horsens er alt samlað á einum stað, sigur Jens Berthel Askou við heimasíðuna hjá AC Horsens.

- Eg eri eitt menniskja, sum elskar avbjóðingar. Hetta er ein stór avbjóðing, sum vit hava frammanfyri okkum í AC Horsens, men mær hevur altíð dámt væl uppgávur, ið fólk ikki halda knnu loysast. Slíkar uppgávur hava eg loyst fleiri av í míni tíð, og tað er altíð spennandi at fara í holt við.

- Tað týdningarmiklasta er at vit, sum standa við avbjóðingini, trúgva upp á tað. Seinastu avrikini hjá AC Horsens gera, at eg við røttum trúgvi upp á at vitt kunnu loysa hana, sjálvt um mótbrekkan er brøtt beint nú.

Jens Berthel Askou hevur sett sum mál, at bjarga AC Horsens frá niðurflytingini. Liðið liggur í løtuni á 11. plássi av 12.