Bíða eftir Fabinho og Pique

Champions League: Bæði Liverpool og FC Barcelona hava avbjóðingar í verjupartinum undan dystunum í kvøld

Í kvøld verða tvær tær fyrstu 1/8 finalurnar í Champions League endaspælinum. RB Leipzig, sum má spæla sín heimdyst í Ungarn, møtir kreppurakta Liverpool, og á Camp Nou er Paris Saint Germain á vitjan.

RB Leipzig – Liverpool (20.00)

Koronatilmælini í Týsklandi gera, at RB Leipzig má spæla heimadystin móti Liverpool á Puskas leikvøllinum í Budapest í Ungarn. Tað er eisini líkt til, at returdysturin verður á uttanveltaðum leikvølli, tí RB Leipzig skal í sóttarhald, um teir koma úr Onglandi til Týsklands.

Í Liverpool vóna tey, at Fabinho verður tøkur til dystin. Verjukendi miðvallarin hevur verið avloysari í miðverjuni, nú allir tríggir miðverjarnir eru langtíðarskaddir. Hann vandi ikki í gjár og tað er óvist, um hann verður tøkur.

Tí er sannlíkt, at Liverpool og Jurgen Klopp mugu seta sítt álit á Ozan Kabak. Hann spældi sín fyrsta dyst fyri Liverpool um vikuskiftið, og var partur av óhepnari hending, ið gav Leicester sigurin. Tað er ikki bara Liverpool, sum manglar týðandi spælarar. RB Leipzig verður uttan Emil Forsberg, Konrad Laimer og Dominik Szoboszlai.

Hetta er fyrstu ferð, at hesi liðini møtast í Evropa. RB Leipzig vann á Tottenham í farnu kapping, og endaði frammanfyri Manchester United í bólkaspælinum í hesi kappingini. Hinvegin er Liverpool ósigrað í fimm teimum seinastu útidystunum móti týksum liðnum. Veddingarfyritøkurnar hava Liverpool sum ein lítlan favoritt.

FC Barcelona – Paris Saint Germain (20.00)

Heimaliðið er farið frá at verða ein fyrimynd hjá PSG, til at renna aftaná franska høvðusstaðarliðnum, sum í 2017 stjól Neymar frá katalanska stórfelagnum. Liðini hava spælt nakrar spennandi innanhýsis uppgerðir. Millum annað tá FC Barcelona vann 6-1 á heimavølli, eftir at PSG vann fyrra dystin 4-0. Tað er fyrstu og higartil einastu ferð, at eitt lið hevur vent einum 4-0 tapi í fyrra dystinum í Champions League.

Tað verður ongin Neymar á vøllinum í kvøld. Hann hevur trupulleikar við lærkrikanum og verður í besta føri tøkur til returdystin. Gestirnir verða eisini uttan Ángel Dí María, sum somuleiðis er skaddur.

Tað hevur verið rok í FC Barcelona í alt summar, men nú tykist Ronald Koeman at hava fingið tamarhald á liðnum. Lionel Messi er aftur farin at skjóta mál og spæla við gleði, og úrslitini hava verið á ein leið. Tó hevur FC Barcelona avbjóðingar í verjuni, men tað vónað til tað seinasta, at Gerard pique verður tøkur aftur.

Veddingarfyritøkurnar hava heimaliðið sum favoritt. FC Barceloan hevur vunnið samanlagt móti PSG allar tríggjar ferðirnar feløgini hava spælt í Champions League.

Champions League 1/8 finalur

RB Leipzig – Liverpool (20.00)

FC Barcelona – Paris Saint Germain (20.00)