Bielefeld og Jóan Símun málleysan javnleik á útivølli

Arminia Bielefeld er framvegis oddalið í 2. bundesligu í Týsklandi

Jóan Símun Edmundsson og liðfelagarnir í Arminia Bielefeld spældu málleysan javnleik móti Heidenheim á útivølli

Jóan Símun Edmundsson og liðfelagarnir í Arminia Bielefeld spældu málleysan javnleik móti Heidenheim á útivølli

Nummar fýra í 2. bundesligu í Týsklandi, Heidenheim tók móti oddaliðnum í deildini, Arminia Bielefeld fyrr í dag.

Føroyski landsliðsspælarin hjá Arminia Bielefeld, Jóan Símun Edmundsson fekk 85 minuttir á vøllinum í dag, og sambært týska blaðnum "Kicker" høvdu hann og liðfelagarnir nóg mikið av málmøguleikum til at vinna dystin, men verjukenda heimaliðið slapp við skrekkinum.

Bielefeld er oddalið við 34 stigum. Gomlu stórliðini, Hamburger SV og Stuttgart hava 29 stig. Hamburger SV spælir á útivølli móti Sandhausen í morgin, og Stuttgart spælir á útivølli móti Darmstadt mánakvøldið. Tá teir dystirnir eru spældir hava oddaliðini øll spælt 17 dystir.

Komandi leygardag spælir Arminia Bielefeld seinasta dystin undan vetrarsteðginum, tá Jóan Símun og liðfelagarnir skulu spæla móti St. Pauli á útivølli.

Støðan:

(soccerstand.com)
1.Arminia Bielefeld17 dystir97135:1834 stig
2.Hamburger SV1685333:1629
3.Stuttgart1692527:2129
4.Heidenheim1776424:1727
5.Aue1775526:2526
6.Greuther Furth1774624:2125
7.VfL Osnabruck1665521:1623
8.Regensburg1765629:2623
9.Sandhausen1657418:1722
10.Holstein Kiel1663725:2621
11.Bochum1748530:3120
12.Karlsruher1748529:3520
13.Hannover1755720:2820
14.Darmstadt1647517:2219
15.St. Pauli1746721:2318
16.Nurnberg1636722:3215
17.Wehen1735920:3514
18.SG Dynamo Dresden1634917:2913

 

 

 

Jóan Símun Edmundsson og liðfelagarnir í Arminia Bielefeld spældu málleysan javnleik móti Heidenheim á útivølli