Bill er givin á Skála

Nýggjur maður verður á beinkinum sunnudagin

Bill Jacobsen er ikki longur venjari á Skála. Tað fingu spælararnir at vita, tá ið teir møttu til venjingar í kvøld.

Tað verður harvið nýggjur ábyrgdarmaður á beinkinum, tá ið Skála sunnudagin fær vitjan av KÍ.

Hvør tað verður er ikki greitt enn.

Bill Jacobsen varð í heyst settur sum venjari á Skála. Málið var við so at siga nýggjum liði at varðveita plássið í bestu deildini. Fyritreytirnar vóru ikki góðar, tí fleiri av stuðulsspælarunum fóru úr felagnum, og fyritreytirnar eru avgjørt ikki batnaðar, tí liðið hevur verið illa plágað av skaðum.

Higartil hevur tað eydnast Skála bara at vinna eitt stig, og nú verður roynt við nýggjum venjara.