Bill: Nú mugu vit hava stig í komandi dysti (FM1)

(FM1) Tað vóru løtur høvuðsvenjarin hjá Skála kundi gleðast um í 2-6 tapinum móti B36, men samlaða kenslan er ikki góð

Høvuðsvenjarin hjá Skála, Bill McLeod Jacobsen sá sínar menn tapa 2-6 móti B36 fyrr í dag

Høvuðsvenjarin hjá Skála, Bill McLeod Jacobsen sá sínar menn tapa 2-6 móti B36 fyrr í dag

##med2##

Skála hevur latið 13 mál inn í trimum dystum, og standa við ongum stigi. Tó hevur liðið skorað fimm mál, men verjuparturin hevur nógv at bøta um.

Í dag legði Skála bragdliga fyri móti B36, og teir komu á odda 1-0, men eftir hetta skrædnaði, og longu í steðginum var B36 á odda 4-1.

B36-Skála 6-2 (4-1)

0-1 Jan Ingason Hansen (16.)

1-1 Árni Frederiksberg (25.)

2-1 Michal Przybylski (36.)

3-1 Sebastian Pingel (38.)

4-1 Alex Mellemgaard (45+.)

5-1 Meinhard E. Olsen (73.)

5-2 Niels Pauli Danielsen (brotsspark - 83.)

6-2 Ragnar Samuelsen (84.)

Høvuðsvenjarin hjá Skála, Bill McLeod Jacobsen upplivdi aftur, at hansara menn komu á odda móti einum topp 5 liði á útivølli, og kom til aðrar málmøguleikar, men samlað líkist tað svartasta ongum at tapa 2-6, heldur Bill McLeod Jacobsen. Bill minnir tó á, at tað var móti einum sera sterkum mótstøðuliði Skála tapti fyri í dag.

Men Bill slær fast, at nú má Skála hava stig móti AB á heimavølli í komandi leikumfarinum.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna reportarin hjá FM1, gjørdi við Bill McLeod Jacobsen aftaná dystin. 

HER  ber til at hoyra 1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 tá frásøgumaðurin, Sjúrður H. Hoydal segði frá teimum átta málunum, ið komu í dystinum millum B36 og Skála. 2) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við Jákup á Borg. 

##ms##

Høvuðsvenjarin hjá Skála, Bill McLeod Jacobsen sá sínar menn tapa 2-6 móti B36 fyrr í dag

(Samrøða: Bill McLeod Jacobsen)