Bill: Ótrúligt at fáa stig í so vánaligum dysti (FM1)

(FM1) Bill McLeod Jacobsen kann gleðast um fyrsta stigið hjá Skála, men annars var ikki so ræðuliga nógv at gleða seg um

Savnsmynd: fsf.fo

Savnsmynd: fsf.fo

##med2##

- Tað var lítið skipað spæl og nógv varð sparkað. Í fyrra hálvleiki skoraðu teir, og í seinna hálvleiki skoraðu vit. Tað er góð mynd av dystinum, sum kanska átti at endað málleysur. Tað heldur høvuðsvenjarin hjá Skála aftaná javnleik 1-1 móti AB á heimavølli.

Bill McLeod Jacobsen helt fyri, at tað var væl klárað at fáa stig í einum so vánaliga spældum dysti, har kanska hvørki liðið hevði uppiborið at fingið stig.

Bjarki Nielsen fekk AB á sigurskós tá ein stórur hálvur tími var farin av dystinum, men tá 10 minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini javnaði Skála við einum sjálvmáli, og stigið kemur væl við hjá Bill McLeod Jacobsen. 

- Vit hava nógvar ungar og óroyndar spælarar á liðnum. At tað eydnast at vinna stig fer heilt víst at bera við sær, at teir vinna sjálvsálit, sigur Bill.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna FM1 gjørdi við Bill McLeod Jacobsen. 

HER  ber til at hoyra samrøðuna FM1 gjørdi við liðskiparan hjá AB, Sørin Nygaard Samuelsen. 

 

 

 

Savnsmynd: fsf.fo

(Samrøða: Bill McLeod Jacobsen)