Binni: Hatta er ein býttur spurningur

Upptakt EB/Streymur-HB: - Sjálvandi skulu vit koyra á til hvønn dyst, tí tað er tað HB ger, sigur Binni

Mynd: (Álvur Haraldsen) Brynjar Hlöðversson, eisini nevndur Binni, ætlar at halda fram við at vinna

Mynd: (Álvur Haraldsen) Brynjar Hlöðversson, eisini nevndur Binni, ætlar at halda fram við at vinna

Tveir dystir í 23. umfari í Betri deildini hjá monnum verða í kvøld. Á Eiði tekur EB/Streymur móti steypavinnarunum úr HB. Sundalagsmenn vunnu týdningarmiklasta sigurin í hesum kappingarárinum í farna umfari. Við 3-2 sigri á ÍF hava sundalagsmenn slitið seg leysar av aftasta plássinum í Betri deildini. Í løtuni er ivasamt um nakrar uppflytari verður, men tað er enn ein møguleiki fyri at 07 Vestur ger eitt hál. Verri er at ímynda sær, at B68 og 07 Vestur klára at koma millum trý tey fremstu í næstbestu deildini. 

##med2##

Býttur spurningur

Gestirnir eru steypavinnarar og tað kemur óiva at ávirka dystin. Tó er murran í HB púra greið. Liðið skal vinna sínar dystir og spælt verður fyri FM, so leingi tað er ein møguleiki. Stríðsmaðurin á miðjuni, íslendski Binni Hlöðversson, er bersøgin, tá hann fær spurningin um hvat er á skránni restina av landskappingini, nú HB hevur tryggjað sær pláss í Evropa til komandi kappingarár.

- Hatta er ein býttur spurningur, tí sjálvandi skulu vit koyra á hvønn dyst, tí tað er tað HB ger. Vit spæla fyri at vinna hvønn tann einasta dyst, tí hetta er ikki liðugt enn, sigur Binni Hlöðversson við FM1 eftir steypasigurin.

##med3## 

Liðtíðindi

HB er uttan Trónd Jensen og Hørð Askham, sum báðir hava slitið krossbandið, meðan Bartal Wardum og Magnus Egilsson fingu ein snudd í steypafinaluni og blivu skiftir út. Sum skilst, so spælir Magnus Egilsson, meðan ivamálið er Bartal Wardum.

EB/Streym verður uttan liðskiparan Rógva E. Nielsen, sum hevur leikbann. Hartil verður Niklas Kruse ikki við. Hann er útleigaður frá HB og feløgini hava eina avtalu um, at hann ikki skal spæla innanhýsis dystirnar.

Seinastu dystirnar hava Arnbjørn Hansen og Hans Pauli Samuelsen spæla á fremstu plássunum. Tað er ivasamt hvussu nógv teir fáa lagt fyri í dag. Dysturin millum EB/Streym og HB verður klokkan 19 í kvøld. Samstundis spæla Skála og Víkingur. Hetta eru seinastu dystirnir í 23 umfari.

Mynd: (Álvur Haraldsen) Brynjar Hlöðversson, eisini nevndur Binni, ætlar at halda fram við at vinna

Mynd: (Álvur Haraldsen) Arnbjørn Hansen (t.v) og Jákup Martin Joensen, venjari hjá EB/Streymi, eru nakað sperdir til dystin í kvøld

Mynd: (Álvur Haraldsen) Bartal Wardum er eitt ivamál hjá HB, eftir at hann mátti av vøllinum í steypafinaluni