Birita og Kára: Stórt at umboða Føroyar

FSF varpið hevur hitt Biritu Ryan og Káru Djurhuus

Seinnapartin sunnudagin vandi A-landsliðið við kvinnum á Tórsvølli, og áðrenn tær av álvara fóru í gongd, fekk FSF Varpið orðið á Biritu Ryan og Káru Djurhuus

A-landsliðið við kvinnum fyrireikar seg í løtuni til EM-undankappingardyst ímóti Hvítarusslandi, sum verður á Tórsvølli týsdagin 22. september, klokkan 17:00.

Í samrøðuni seta tær orð á, hvussu kenslan var at fáa møguleikan at umboða Føroyar, og hvussu tað er, at vera partur av landsliðhópinum.

Seinnapartin sunnudagin varð vant á Tórsvølli, og áðrenn John Petersen, landsliðsvenjari, av álvara tók yvir, fekk FSF Varpið orðið á Biritu Ryan og Káru Djurhuus, ið báðar fingu sínar fyrstu A-landsliðsminuttir farna fríggjadag, tá Norðurírland var á vitjan.

##med2##

##ms##

FSF Varpið: A-landsliðið við kvinnum (samrøður við Biritu Ryan og Káru Djurhuus)