Bjargingarmaðurin er 39 ára gamal

1. DEILD: Í sættu royndini eydnaðist tað 07 Vestur at vinna fulla úrtøku

Í sættu royndini eydnaðist tað 07 Vestur at vinna fulla úrtøku. Undanfarnu fimm ferðirnar hevur úrtøkan verið tríggir javnleikir og tvey tap.

Í dag átti 07 Vestur heimavøll á Dungasandi í Sørvági.

Gestirnir vóru teir næstbestu hjá AB, sum einki stig hava vunnið higartil.

Í dag vann 07 Vestur 2-0. Hálvleiksstøðan var 1-0.

Fyrra málið skoraði Solomon Kwao, tá ið fyrri hálvleikur var um at vera hálvrunnin. 28 ára gamli málskjúttin er ættaður úr Ghana. Hann hevur sambært faroesoccer.com verið í Føroyum síðani í 2015, tá ið hann umboðaði MB. Síðani hevur hann spælt við 07 Vestur burtursæð frá 2017 og 2018, tá ið hann umboðaði Giza Hoyvík.

Uppleggið til fyrra málið átti Tór-Ingar Akselsen, sum framvegis er álit í Vágum.

39 ára gamli Tór-Ingar Akselsen skoraði 2-0 málið í tíðini, sum dómarin hevði lagt aftrat. Tá hevði heimaliðið havt nógvar royndir ímóti AB málinum. Men tá ið tað leingi bara var eitt mál á muni, so lúrdi møguleikin, at argjamenn fóru at fáa mál í onkrum av fáum mótálopunum, sum teir høvdu.

07 Vestur hevur seks stig fyri seks dystir, og AB hevur einki stig eftir seks dystir.

Í sjeynda umfari fer 07 Vestur í Gundadal at spæla ímóti B36.

Í sjeynda umfari fær AB vitjan av HB.