Bjartalíð: Eg fari at sova illa í nátt (FM1)

(FM1) Hoyr samrøður við Jóannes Bjartalíð, ið fekk fyrsta landsdystin frá byrjan, og við debutantin, Andrias Eriksen

Jóannes Bjartalíð gjørdi tað framúr móti Spania, men hann megnaði tíverri ikki at krúna avrikið við einum minniligum máli

Jóannes Bjartalíð gjørdi tað framúr móti Spania, men hann megnaði tíverri ikki at krúna avrikið við einum minniligum máli

##med2##

Jóannes Bjartalíð og Andrias Eriksen høvdu lutir at fegnast um, og lutir at iðra seg um aftaná Føroyar hevði tapt 0-4 móti suverena oddaliðnum í undanbólki F, Spania í EM-undankappingardystinum í Gijon.

Jóannes Bjartalíð fegnast um sín fyrsta dyst frá byrjan, og hann heldur avgjørt, at hann hevur framt eitt avrik, ið gevur honum vónir um endurval til teir komandi dystirnar. Andrias Eriksen kom inn í føroysku verjuna í seinna hálvleiki fyri Rógva Baldvinsson, og hann er glaður fyri at sleppa inn til sín fyrsta A-landsdyst, og so móti Spania av øllum londum.

Báðir iðra seg um, at Spania fekk tvey mál ímóti dystarenda, tí 0-2 hevði verið eitt nógv liviligari tap.

Jóannes Bjartalíð hevur tó meir at iðra seg um. Hann hevði møguleikan at minka um munin til 1-2, men Manchester United málverjin, David de Gea bjargaði royndini. Tá var eitt stórt korter eftir av dystinum. Jóannes Bjartalíð viðgongur, at hann fer ikki at sovna í nátt, tí hann ikki skoraði uppá málmøguleikan.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1: 

1) Hoyr Trónd Arge, frásøgumann hjá FM1 siga frá stóra málmøguleikanum hjá Jóannes Bjartalíð. 

2) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Jóannes Bjartalíð aftaná dystin.

3) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Andrias Eriksen aftaná dystin. 

HER  ber til at hoyra samrøðurnar Tróndur Arge gjørdi við Atla Gregersen, liðskipara og Sølva Vatnhamar. 

HER  ber til at hoyra samrøðurnar Tróndur Arge gjørdi við Brandur H. Olsen og Lars Olsen, landsliðsvenjara. 

Jóannes Bjartalíð gjørdi tað framúr móti Spania, men hann megnaði tíverri ikki at krúna avrikið við einum minniligum máli

(Samrøður: Jóannes Bjartalíð og Andrias Eriksen)