Bjartalíð hevur brotið hondina

Tað kann væl vera, at ársins spælari ikki verður á meistaraliðnum í fleiri mánaðir

Jóannes Bjartalið gongur við brotnari hond, og tað kann bera við sær, at hann ikki verið førur fyri at spæla við KÍ fyrr enn kanska um mánaðarskiftið apríl/mai, veit Norðlýsið at siga íkvøld.

Ársins spælari og toppskjúttin hjá KÍ í fjør breyt hondina í fyrsta landskappingardystinum, sum var á heimavølli ímóti HB. Alt kappingarárið hevði hann bind um hondina, og í vetur hevur hondin verið í gipsi. Tað varð vónað, at brotið fór at lekjast, men sambært Norðlýsið vísa myndir nú, at støðan er tann sama, og at tað møguliga verður neyðugt við skurðviðgerð.

Enn er ikki avgjørt, um talan verður um skurðviðgerð, og nær hon verður. Royndirnar siga, at tað fara tveir mánaðir frá skurðviðgerðini og kanska meiri enn tað, áðrenn tað aftur verður møguleiki aftur hjá Jóannesi at venja og spæla fótbólt.