Bjartalíð: Nú eru vit tveir fegnir Jóannesar (FM1)

(FM1) Annan landsdystin á rað bleiv ein KÍ-ari dagsins spælari. Hesaferð mátti Jóannes Bjartalíð lata heiðurin víðari til navnan Kalsø Danielsen

Nú hevur Jóannes Bjartalíð eisini roynt at vunnið við føroyska landsliðnum

Nú hevur Jóannes Bjartalíð eisini roynt at vunnið við føroyska landsliðnum

##med2##

.- Nú eru vit tveir fegnir Jóannesar. Hetta sigur Jóannes Bjartalíð aftaná góðu avrikini hjá honum og liðfelaganum í KÍ, Jóannes Kalsø Danielsen seinastu tveir landsdystirnar, har fyrst Bjartalíð gjørdist dagsins spælari í dystinum móti Rumenia, og síðani fór heiðurin víðari til Kalsø Danielsen í 1-0 sigrinum á Malta á Tórsvølli í kvøld.

Jóannes Bjartalíð heldur, at navnin var dekan ov spentur fyrr í dag, tá tað gjørdist greitt, at hann skuldi byrja inni, men hann hevur roynt at fingið liðfelagan og navnan at taka tað róligt, og tað bar góða frukt undir landsdystinum í kvøld. Jóannes Bjartalíð er hugtikin av hvussu navnin Kalsø Danielsen sprintaði aftur og fram og stríddist av øllum alvi.

Ein annar spælari sum Jóannes Bjartalíð heldur gjørdi tað framúr gott í kvøld var Sølvi Vatnhamar.

Jóannes Bjartalíð er fegin um at hava roynt at hava vunnið við landsliðnum, ikki minst í seinasta landsdystinum hjá Lars Olsen og Atla Gregersen á heimavølli. 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Jóannes Bjartalíð aftaná 1-0 sigurin á Malta. 

##ms##

 

 

Nú hevur Jóannes Bjartalíð eisini roynt at vunnið við føroyska landsliðnum

(Samrøða við Jóannes Bjartalíð)