Bjartalíð: Stórur saknur í trúgvu áskoðarunum hjá okkum (FM1)

(FM1) Jóannes Bjartalíð fekk staðfest hvussu nógv hann saknar stóru KÍ-áskoðarafjøldina við Djúpumýru aftaná 0-2 tapið móti B36

Her sæst Jóannes Bjartalíð saman við dómaranum, Alex Troleis

Her sæst Jóannes Bjartalíð saman við dómaranum, Alex Troleis

##med2##

FM-vinnararnir, KÍ komu illa úr startholunum við einum 0-2 tapi móti silvurvinnarunum í fjør, B36.

Liðskiparin, Jóannes Bjartalíð staðfestir, at hjá honum og viðleikarunum er stórur saknur á mongu KÍ-viðhaldsfólkunum sum mangan hava borið liðið til sigurs.

Jóannes Bjartalíð heldur tó avgjørt, at KÍ hevði nóg mikið av málmøguleikum til at fáa stig móti B36 í dag, og sjálvur átti hann onkran sera góðan málmøguleika, har ikki var tikið av.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna reportarin hjá FM1, Tróndur Arge gjørdi við Jóannes Bjartalíð.

HER  ber til at hoyra Trónd Arge siga frá báðum málunum hjá B36. Hoyr eisini samrøðuna Tróndur gjørdi við Sebastian Pingel sum skoraði fyrra málið, og legði upp til seinna málið hjá B36. 

##ms##

 

 

Her sæst Jóannes Bjartalíð saman við dómaranum, Alex Troleis

(Samrøða við Jóannes Bjartalíð hjá KÍ)